Búmerkið hjá felagnum
23. aug. 2026

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

 

Starvsbrøkurin kann verða full tíð, ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Suðurstova er er ein demensdeild burturav og er staðsett á Eysturoyar røktar,- og ellisheimi. Her búgva 22 fólk. Umframt røkt og umsorgan veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Har starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, námsfrøðingur, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Kjarnuuppgávan er at stuðla húsfólkunum, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan  gerandisdag, í góðum felagsskapi. Hjá okkum er persónurin við demens altíð í miðdeplinum (persóncentrerað røkt og umsorgan). Fyri at varðveita førleikarnar hjá borgarunum sum longst, hevur tað týdning at tey eru virkin í dagligdegnum. Tí leggja vit dent á rørslu/venjing og ymiskar aktivitetir, ið stimbra heilavirksemi.

Roðin arbeiðir fyri, at gera Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur demensvinarligar. Tænastan byggir á, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga røkt og umsorgan. – Fyri at røkka hesum málið, nýta vit m.a. kontaktpersónskipanina.

Tú kemur at verða kontaktpersónur hjá nøkrum húsfólkum - umframt teirra familjum. Tí inniheldur arbeiði nógv samskifti og relatiónsarbeiði. Harumframt, avvarðandisamrøður, lívssøgur (saman við familjunum), røktarfrágreiðingar v.m.

Umráðandi er, at tú ert opin, rúmlig/ur, tolin, og dugur at seta teg inn í tørvin hjá menniskjum við demens og teirra familjum. Vit hava eina holistiska menniskjaáskoðan, ið tekur støði í heila menniskjanum

 

FØRLEIKAKRØV

·        Útbúgving og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur

·        Útbúgving og góðkenning, sum heilsurøktari

·        Útbúgving sum heilsuhjálpari

·        Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku

·        Áhuga og hegni at arbeiða sum kontaktpersónur

·        Vera rúmlig/ur, tolin, blíð/ur, positiv/ur, kreativ/ur, og tola at tingini ikki altíð ganga sum ætlað 

·        Hava gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og duga at brúka hesar í arbeiðinum

·        Megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar                                                     

·        Ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, bæði tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast, umframt at seta tíð av til skjalfestan og annað skrivligt arbeiði.

·        Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv.

·        Sjálvstøðug/ur, t.v.s. megnar at tilrættaleggja arbeiðsdagin saman við starvsfeløgum.

·        Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til demens 

·        KT-førleika á brúkarastøði

·        Útbúgving, sum demenssamskipari, kann vera ein fyrimunur

 

VIT BJÓÐA TÆR

·        Saman við starvsfeløgum og leiðslu, at vera við til, at seta dám á, og menna Suðurstovu.

·        Eitt eldhuga og fakliga sterkt starvsfólkatoymi.

·        Møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

·        Eitt arbeiðspláss, sum leggur dent á dygd, trivnað, samstarv og virðing.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta frá 1 oktober ella eftir nærri avtalu, og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til jonad@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”

Umsóknarfreistin er 8 september 2026.