27. aug. 2026
Reingerðingsfólk Vesturskin.
Vesturskin søkir eftir einum reingerðingsfólki.
Talan er um
- eitt starv á 25 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er í dagtímum, mitt í viku, 5 tímar daglig. Av og á kann verða neyðugt at vaska heiligdagar. Hetta eftir avtalu við leiðaran
FØRLEIKAKRØV
· Góð evni at samskifta
· Hug at arbeiða og samstarva við húsfólk og starvsfólk
· Fyrimun hava tey, sum eru von at vaska.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 01.10.26 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.
UMSÓKN
Meir fæst at vita um størvini við at ringja til Ingun Gaardbo 478388
Umsókn verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo . og viðmerkjast “reingerð Vesturskin”
Umsóknarfreistin er 10.09.2026.