Búmerkið hjá felagnum
08. okt. 2026

Dagtilhaldið á Skála hevur fingið navnið Skálastova.

 

Í dag varð skipað fyri hugnaligari móttøku á dagtilhaldinum á Skála í sambandi við, at dagtilhaldið hjá Roðanum fyri fólk, sum liva við demens, hevur fingið nýtt navn – Skálastova.

Húsfólk, avvarðandi og starvsfólk vóru við til haldið, og eisini vóru umboð fyri kommunurnar boðin við.

Navnið varð valt eftir eina innanhýsis navnakapping millum starvsfólkini í Roðanum, sum varð skrivað út í november í fjør. Undirtøkan var stór, og tilsamans komu heili 86 uppskot inn. Ein arbeiðsbólkur metti um uppskotini og var samdur um at velja navnið Skálastova, uppskot frá  Sólvá Mariu Kjærbæk .

Navnið byggir á føroyskan siðaarv og mál. Í gomlum føroyskum húsum var skálin eitt stað, har fólk savnaðust kring eldin og máltíðina, prátaðu og søgdu søgur. Stovan gevur somuleiðis eina kenslu av tí heimliga og fjálga – einum staði, har fólk savnast og eru saman.

At dagtilhaldið er staðsett á Skála, gevur navninum eina serliga og natúrliga meining. Skálastova knýtir soleiðis staðið, søguna og endamálið saman og hóskar væl til tey virði, sum eyðkenna dagtilhaldið: tryggleika, nærveru, felagsskap og góðar relatiónir.

Móttøkan var samstundis eitt gott høvi at varpa ljós á dagtilhaldið og tað fakliga arbeiðið, sum verður gjørt fyri at skapa ein góðan og innihaldsríkan gerandisdag saman við húsfólkunum. Í Skálastovu verður dentur lagdur á tryggar og fjálgar karmar, góða fakligheit og nærveru – við tí einstaka menniskjanum í miðdeplinum.

Hjartaliga tillukku við navninum Skálastova.

 

Fleiri myndir.