Hevur tú hug at gera mun – hvønn einasta dag?.
Vit leita eftir einum heilsurøktara og einum sjúkrarøktarfrøðingi til Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.
Hevur tú hjarta fyri menniskjum, fakligan áhuga og ynski um at gera gerandisdagin hjá eldri fólki tryggan, innihaldsríkan og góðan? So er møguleikin kanska júst her!
Á Miðstovu eru vit eitt fakliga sterkt og umsorganarfult toymi, sum hvønn dag arbeiðir fyri, at okkara húsfólk kenna seg trygg, sædd og vird. Nú nøkur av okkara dugnaligu starvsfólkum hava valt at fara undir víðari útbúgving, leita vit eftir tveimum nýggjum starvsfeløgum, sum hava hug at gerast partur av okkara toymi.
T.v.s., at vit søkja eftir:
- einum heilsurøktara &
- einum sjúkrarøktarfrøðingi
Um Miðstovu
Miðstova er ein deild á Eysturoyar røktar- og ellisheimi við 20 búplássum og fýra rehabiliterings- og umlættingarplássum.
Á Miðstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit arbeiða tvørfakliga og leggja stóran dent á høga fakliga dygd, viðurkennandi arbeiðshátt og umsorgan við virðing fyri tí einstaka menniskjanum.
Vit vilja skapa eitt gott og mennandi umhvørvi, har húsfólk, avvarðandi og starvsfólk trívast, og har vit saman finna góðar loysnir og menna okkara arbeiðshættir. - Her fært tú eitt meiningsfult arbeiði, har tín fakliga vitan, umsorgan og nærvera gera veruligan mun í lívinum hjá øðrum.
Vit leita eftir tær, sum
hevur prógv og neyðuga góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
hevur prógv og neyðuga góðkenning sum heilsurøktari
hevur áhuga og hjarta fyri arbeiðinum við eldri fólki
dugir væl at samskifta, bæði í skrift og talu
trívist í tvørfakligum samstarvi og ynskir at vera við til at menna okkara búeind
hevur KT-førleikar á brúkarastøði
møtir menniskjum við virðing, umsorgan og einum jaligum hugburði.
Vit bjóða tær
eina góða og trygga innleiðslu í arbeiðið
ein fjølbroyttan og mennandi gerandisdag við fakligum avbjóðingum
eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum og dugnaligum starvsfeløgum
eitt tvørfakligt toymi, har vit samstarva, stuðla hvørjum øðrum og læra saman
møguleika at seta tín egna dám á arbeiðið og vera við til at menna tænasturnar hjá Roðanum.
Starv og arbeiðstíð
Bæði størvini eru á 0,8 tíð, men starvsbrøkurin kann tillagast eftir avtalu.
Arbeiðstíðin er í stóran mun dagvaktir. Einstakar kvøld- og/ella náttarvaktir kunnu tó koma fyri. Harumframt er arbeiði triðja hvørt vikuskifti.
Setanin er frá 1. desember 2026 ella skjótast gjørligt.
Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um størvini ella arbeiðið á Miðstovu, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við:
Moniku W. Jakobsen, virkandi deildarleiðara á Miðstovu
Telefon: 478203
Teldupostur: monika@rodin.fo
Soleiðis søkir tú
Send okkum umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og arbeiðsroyndir á:
rodin@rodin.fo
Viðmerk umsóknina: „Sjúkrarøktarfrøðingur/Heilsurøktari til Miðstovu“
Umsóknarfreistin er 4. november 2026.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.