23. okt. 2026
Fráfaringarhald fyri Frígerð.
Seinnapartin í dag var ein hugnaløta hildin á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Hetta var í samband við, at Frígerð Thomsen fer frá, aftaná at hava arbeitt í Suðurstovu í umleið 8 ár. Hon byrjaði sum reingerðiskvinna, men kom síðan at starvast í røktini. Løtan var sera hugnalig, har starvsfelagar, leiðsla og familja savnaðust um ein góðan drekkamunn. Jona, deildarleiðarin, helt eina sera góða røðu, har hon m.a. lýsti, hvussu fantastisk Frígerð hevur verið sum starvfólk á deildini. Fríðgerð takkaði eisini fyri tíðina og segði seg hava haft eitt fantastiskt arbeiðspláss. Roðin takkar Fríðgerð fyri tíðina, við ynski um blíðan byr.