Dagtilhald fyri eldri

Dagtilhaldið á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi.

Tilboðið  verða veitt heimabúgvandi fólkapensjonistum, ið hava tørv á einum skipaðum tilboði.
Dagtilhaldið heldur til í Heimistovu á ERE.

Endamál:
At varðveita og stuðla førleika brúkaranna, tað veri seg likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt.

Innihald:
Sosial samvera, ítriv av handaligum og andaligum slag. Møguleiki er fyri at fáa venjing.

Krøv til brúkaran:
Skal verða førur fyri  fatanarliga, sálarliga og sosialt at taka virknan lut í teimum tilboðum dagtilhaldið hevur.
Megna at eta sjálvur.
Klára at fara á wc sjálvur (tó er møguleiki fyri stuðli).

Onnur tilboð:
Døgurði og annað ábit.
Hárviðgerð kann fáast sambært avtalu, og er til tey, ið ikki kunnu nýta tilboð í býðnum/bygdini.
Fótarøkt kann veitast eftir nærri avtalu.

Opið er:
Týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 9.00-16.00.

Leinkja til umsóknarblað