Dagtilboðið á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi.
Tilboðið verða veitt heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið hava tørv á at koma saman við øðrum.
Endamál:
At stuðla tí einstaka í at varðveita fysisku og mentalu førleikarnar, og at hava eina hugnaliga samveru við øðrum.
Innihald:
Áhugamálini hjá teimum sum koma til dagtilhaldið mynda dagskránna. Virksemið er fjølbroytt og fevnir m.a um sang, binding, borðspøl, bingo, upplestur, venjing, biltúrar og annars at njóta samverina við hinum í dagtilhaldinum.
Krøv til brúkaran:
Skal verða førur fyri fatanarliga, sálarliga og sosialt at taka virknan lut í teimum tilboðum, dagtilhaldið hevur.
Megna at eta sjálvur.
Klára at fara á wc sjálvur (tó er møguleiki fyri stuðli).
Kostnaður:
Kostnaðurin er 70 kr pr. dag, – máltíðirnar eru íroknaðar.
Serflutningur:
Møguleiki er fyri at søkja um serflutning, um ein ikki hevur aðrar møguleikar at koma til og frá dagtilhaldinum. Kostnaður er 50 kr.
Opið er:
Týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 10.00-16.00.
Deildarleiðarin í terapieindini hevur ábyrgd av Dagtilhaldinum.