Tørvsmeti ger tilmæli til upptøkunevndina, sum tekur avgerð um upptøku og aðrar tænastur.

Í upptøkunevndini sita leiðarin fyri Roðan, varaleiðarin fyri Roðan, leiðarin fyri heimatænastuna, leiðarin fyri terapieindina, demenssamskiparin og dagligi samskiparin fyri endurmenningardeildina.

Demenssamskiparin og samskiparin fyri endurmenningardeildina hava vegleiðandi leiklut, men hava ikki atkvøðurætt.