Eysturoyar røktar- og ellisheim (ERE) varð tikið í nýtslu 4. februar 1984. Heimið er síðan útbygt tvær ferðir og í dag eru tríggjar deildir við íalt 70 pláss. Fimm av hesum plássum verða nýtt til rehabilitering og umlætting, – alt eftir tørvi.

Deildinar á ERE eru: 

Norðurstova við 24 búplássum.

Miðstova við 24 búplássum, har av fýra pláss verða nýtt til rehabilitering/umlætting .

Suðurstova við 22 búplássum, har av eitt pláss verður nýtt til umlætting.

Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi er kantina, sum búfólk, avvarðandi og starvsfólk kunnu gera nýtslu av. Starvsfólk og avvarðandi mega nýta eitt serstakt gjaldskort til kantinuna. Kortið fæst til keyps í móttøkuni, sum er opin yrkadagar millum kl 09-15. Skelti við prísum v.m. hongur í kantinuni.

Skrivstovan er opin yrkadagar frá kl. 9.00 – 15.00.

Frisør og fótarøkt kann veitast á ERE eftir avtalu.

Samstarvsráð

Sambært § 15 í løgtingslóg um Heimatænastu, eldrarøkt v.m. skal veljast samstarvsráð á røktarheimum og sambýlum.

Í samstarvsráðnum á ERE sita fyri árið 2024-25:

  • Magda Solmunde, búfólk
  • Anna Glyvradal, búfólk
  • Thordis Tausen, avvarðandi
  • Bjørg Ellingsgaard, avvarðandi
  • Davina Lamhauge, avvarðandi
  • Laura Olsen, starvsfólk

Laura Olsen er formaður.

Dagtilhaldið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Tilboðið  verður veitt heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið hava tørv á einum skipaðum tilboði.
Dagtilhaldið heldur til í Heimistovu á ERE.

Endamál:
At varðveita og stuðla førleika brúkaranna, tað veri seg likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt.

Innihald:
Sosial samvera, ítriv av handaligum og andaligum slag. Møguleiki er fyri at fáa venjing.

Krøv til brúkaran:
Skal verða førur fyri  fatanarliga, sálarliga og sosialt at taka virknan lut í teimum tilboðum dagtilhaldið hevur.
Megna at eta sjálvur.
Klára at fara á wc sjálvur (tó er møguleiki fyri stuðli).

Onnur tilboð:
Døgurði og annað ábit.
Hárviðgerð kann fáast sambært avtalu, og er til tey, ið ikki kunnu nýta tilboð í býnum/bygdini.
Fótarøkt kann veitast eftir nærri avtalu.

Opið er:
Týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 9.00-16.00.ústaður ERE:

Friðartún 1
620 Runavík
Tlf.: 47 82 00

Teldupostur: rodin@rodin.fo

Móttøkan er opin yrkadagar frá kl. 9.00 – 15.00.