Roðin bjóðar ergo- og fysioterapi til fólkapensjonistar.
Endamálið við terapiini er, at tann einstaki fólkapensjonisturin fær møguleika til at:
- At betra ella varðveita møguleikarnar fyri at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív sum gjørligt.
- At betra um heilsustøðuna.
- At fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni.
Avgerð um veiting av ergo- og/ella fysioterapi verður tikin við støði í fakligari meting.
Um tørvur er á fysio- ella ergoterapi, kann ein seta seg í samband við økistænastuna á tlf 478200, yrkadagar millum kl 9-15, ella senda umsóknarblað, sum sæst niðast á síðuni.
Ein fysio- ella ergoterapeutur kemur so heim til eitt prát, metur um støðuna, og avgerð um átøk skulu gerast. Átøkini kunnu verða útvegan av hjálpartólum, venjing og vegleiðing annars.
Venjingarhølir eru í Heilsumiðstøðini á Strondum og á Eysturoyar røktar-og ellishemi