April 28, 2017
Vesturskin fær nýggjan deildarleiðara.
Avgerð er tikin um at seta Anniku Tórbjarnardóttir, sjúkrarøktarfrøðing í starvið.
Annika,sum býr í Søldarfirði, er 42 ára gomul. Hon fekk prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2000 og hevur starvast m.a. sum deildarleiðari á Landssjúkrahúsinum.
Eisini hevur hon royndir frá starvi á røktarheimi.
Umframt ymiskar skeiðsroyndir hevur hon útbúgving sum kliniskur vegleiðari.
Tey seinastu 10 árini hevur Annika starvast sum ráðgevi í Almannaverkinum.
Annika tekur við starvinum 15. mai 2017