August 21, 2019
Áhugavert skeið!
Roðin økistænastan hevur fingið Andeas Nikolajsen, sum arbeiðir við “ Fortæl for livet” bólkum í Fonden for de ensomme gamles værn í Keypmannahavn til Runavíkar, at skipa undirvísing í tveir dagar til útbúgving sum bólkaleiðari til “ Fortæl for Livet “ bólkar. Undirvísingin verður 28. og 29. august 2019 á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í Runavík.
Andeas Nikolajsen er sálarfrøðingur og hann fer at undirvísa 20 luttakarum, sum koma úr fleiri av eldrasamstørvunum í Føroyum. Undirvísingin tekur støði í teori og í praksis og førleikamennir luttakararnar til bólkaleiðarar, soleiðis at teir kunnu skipa fyri samrøðubólkum fyri eldri.
Endamálið er, at eldri kunnu møtast undir skipaðum viðuskiftum og fortelja sína lívssøgu og lurta eftir øðrum, sum hava livað í somu tíð. Samrøðubólkarnir kunnu bæði vera til fólk, sum eru heimabúgvandi og sum búgva á bústovnum. Gransking vísir, at hetta hevur eina jaliga ávirkan á tað sosiala lívið hjá luttakarunum og minkar um einsemi.
Hetta er sera spennandi og fyrstu ferð eitt tílíkt skeið verður í Føroyum.