May 15, 2024
31 nýggir CST – bólkaleiðarar
Nationalt Videnscenter for Demens hevur stóran áhuga í tænastum og tilboðum fyri fólk við demens í Føroyum. Í hesum sambandi hava tey havt samrøðu við Unn Justinussen, leiðara fyri demenstænastuni í Roðanum um tænastuna við CST- bólkum. CST – bólkar er ein partur av tilboðnum av pakka 1 til heimabúgvandi borgarar við demens í Runavíkar,- Nes,- og Sjóvar kommunu. Roðin hevur júst skipað fyri einum skeiði, har 31 nýggir CST- bólkaleiðarar fingu prógv.
Greinin við samrøðuni við Unn sæst her.