previous arrow
next arrow
Slider

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her.

MÁL:
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.
Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.

Stýrið fyri Roðan

Tórbjørn Jacobsen, formaður, Runavíkar kommuna

Artur Johansen, næstformaður, Sjóvar kommuna.

Súni í Hjøllum, Nes kommuna.

Elin á Torkilsheyggi, Nes kommuna.

Hans Anders Jacobsen, Sjóvar kommuna.

Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Runavíkar kommuna.

Elin Klein Joensen, Runavíkar kommuna.

Kaja Joensen, Runavíkar kommuna.

Jonnhild Reynholdsdóttir, Runavíkar kommuna.

Leiðari fyri Roðan
Jóngerð Guttesen

Hvat stendur navnið ROÐIN fyri?

Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.

KUNNING
27.01.2021

Venjingarnar fyri 67 ár og eldri byrja aftur á Skála mánadagin 1. feb og í Bylgjuni týsdagin 2. februar.

24.01.2021

Valdagin 10. november var eisini val til eldraráðið á Skálafjørðinum. 5 limir sita í ráðnum, sum hevur skipað seg soleiðis:

Pætur Gunnarson Rasmussen, formaður.

Henning Bøgesvang, næstformaður.

Alfred Olsen, ritari.

Alma Poulsen, ráðslimur.

Kára Rasmussen,

24.01.2021

Nývalda stýrið fyri Roðan skipaði seg á fundi seinrapartin hósdagin. Roðin er økistænastan við Skálafjørðin, ið hevur ábyrgdina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eitt samtak millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu. Umframt annað rekur samtakið virksemi á Vesturskini á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldinum á Skála og Røktar- og Ellisheiminum í Runavík.

19.01.2021

Tað eru framvegis ongar venjingar fyri fólk 67 ár og eldri í Bylgjuni og Høllini á Skála. Tað verður lýst í KVF, tá vit byrja aftur.