November 4, 2024

Starvsfólk til køkin á Vesturskin


Brennir tú fyri at matgera og borðreiða. Hevur tú hug at gera mun fyri eldri borgarar og dámar tær eitt starv, har tað er pláss fyri at mennast og taka ábyrgd? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg!
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá búfólkunum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir, at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Um starvið
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og umsorganarfullum starvsfólki til køkin á Vesturskin. Starvið er fulla tíð, og arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um matgerð og innkeyp. Tú verður ábyrgdarfólk fyri at tryggja, at okkara búfólk fáa heilsugóðar og leskiligar máltíðir, sum í stóran mun lúka teirra tørv og ynski. Dentur verður lagdur á at máltíðirnar, í stóran mun, eru úr siðbundnu føroysku matmentanini.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
• Dagliga planlegging og matgerð til búfólkið, herundir morgunmat, døgurða, nátturða og millummáltíðir.
• Innkeyp av mati og øðrum, ið hoyrir til køkin, so goymslan altíð er dagførd og væl útgjørd.
• At tryggja hægsta reinførið í køkinum í samsvari við galdandi reglur og lógir.
• Tillaging av máltíðum til serligan kost hjá búfólkunum, so sum diætir, ovurviðkvæmi ella serlig ynski.
• Samstarv við røktarstarvasfólkini fyri at tryggja bestu tænastu til búfólkini.
Vit leita eftir tær, sum:
• Hevur royndir frá køksarbeiði, fegin innan røktar- ella umsorganarøkið.
• Hevur kunnleika til matvørureinførið og megnar at arbeiða skipað og sjálvstøðugt.
• Hevur góð samstarvsevni og kann skapa góðan hýr við máltíðirnar.
• Hevur útbúgving sum føðsluatstøðingur – hetta er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
• Hevur ein brennandi áhuga fyri at gera leskiligan, heilsugóðan, føroyskan mat, sum gevur gleði og orku til búfólkini.
Vit bjóða:
• Eitt fulltíðarstarv við jøvnum arbeiðsgongdum og dagligum mannagongdum.
• Møguleikan at verða partur av einum smærri heimi, har tú kanst gera ein týðandi mun fyri trivnaðin hjá búfólkunum.
• Eitt innihaldsríkt starv, har tú hevur stóra ávirkan á egnan arbeiðsdag og møguleika at vísa tínar førleikar.
• Góðar arbeiðsumstøður og starvstreytir, herundir arbeiða í dagtímunum gerandisdagar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: “starvsfólk til køkin á Vesturskin”

Umsóknarfreistin er 17. november og starvið er til setan 1. januar 2025.