Hvat stendur navnið ROÐIN fyri?

Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.