Eysturoyar Røktar- og ellisheim

Eysturoyar Røktar- og ellisheim

Eysturoyar Røktar- og ellisheim (ERE) varð tikið í nýtslu 4. februar 1984.

Heimið er síðani útbygt tvær ferðir, og eru í dag 70 pláss. Fimm pláss verða nýtt til rehabilitering og umlætting, – alt eftir tørvi.

Bústaður:

Friðartún 1
620 Runavík
Tlf.: 47 82 00

Teldupostur: rodin@rodin.fo

Deildinar á ERE eru: 

Norðurstova við 24 búplássum.

Deildarleiðari er Kristbjørg Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur.

Miðstova við 24 búplássum, har av 4 verða nýtt til rehabilitering/umlætting .

Deildarleiðari er Hanna Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur.

Suðurstova við 22 búplássum, har av 1 pláss verður nýtt til umlætting.

Deildarleiðari er Annika Harrysdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur.