Roðin hevur eina deild á røktarheiminum har pláss er fyri 22 fólkum, sum hava sjúkuna Demens. Talan er í høvuðsheitum um føst búpláss. Tó verður miðað eftir at hava eitt pláss tøkt til umlætting.

Dagtilboðið á Skála er eisini ætlað fólkum við demenssjukum.

Roðin hevur síðan maj 2017 haft ein demendssamskipara í starvi, sum umframt at virka úti í økinum hjá heimabúgvandi borgarum, eisini virkar sum deildarleiðari av dagtilboðnum á Skála, undirvísir og virkar sum heild sum lyklapersónur í menningararbeiðinum í demenstænastuni hjá Roðanum. Í 2023 er ein samskipari settur afturat.