June 5, 2020
Fleiri vitjandi kunnu vitja á búeindunum hjá Roðanum
Gongdin í Føroyum er framvegis sera jalig í mun til smittu. Tí meta vit, at tað er ráðiligt at lata enn meir upp fyri avvarðandi. Frá mánadegnum 8. juni kunnu 10 vitjandi, 10 tey somu, koma at vitja síni búfólk. Vitjanartíðirnar gera búfólk og avvarðandi avtalu um sínámillum.
Leiðreglur fyri vitjandi á heimunum hjá Roðanum:
- Um tú eigur at vera í sóttarhaldi, skalt tú ikki vitja
- Kennir tú teg sjúkan, skalt tú ikki vitja
- Tað er ikki neyðugt at biðja tíð
- Sprittið hendur á veg inn á deildina
- Øll almenn tilmæli um reinføri og frástøðu skulu haldast
- Vitjanirnar skulu fara fram í búrúminum hjá tí einstaka
- Haldið frástøðu frá starvsfólkum og øðrum búfólkum
- Skrásetið tykkum við navni, telefonnummari og klokkutíð á yvirlitið, sum liggur á kamarinum.
- Tað er ikki møguligt, at veita avvarðandi og búfólki drekkamunn, ella at nýta kantinuna, meðan tey hava vitjan.
- Tað er møguleiki sjálvur at hava eitthvørt við – her undir “eingangsservicu”
- Um avvarðandi hava tørv á at fara á WC, meðan tey vitja, verður heitt á tykkum, at brúka wc hjá búfólki og at spritta wc aftaná. Somuleiðis at spritta kontaktflatur av, sum tit hava nortið við. Hetta fyri at minka um ein møguligan smittuvanda.