Kunngerð nr. 126

Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.

  1. desember 2014, Nr. 126

Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Við heimild í §§ 9, stk. 5 og 18, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt o.a., verður ásett:

Allýsing

  • 1. Kommuna í hesi kunngerð er at skilja sum

1)   Kommunalt samstarv sbrt. løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt o.a. ella

2)   einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a. sbrt. somu lóg.

Gjaldsviðurskifti o.a.

  • 2. Kommuna kann krevja gjald frá borgaranum fyri tænastur og tilboð, sum verða veitt sbrt. lógini.

Stk. 2. Gjøld fyri vistarhald og tænastu á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli, og gjøld fyri umlætting og heimahjálp verða ásett í hesi kunngerð.

  • 3. Kommunan ásetur egingjaldið fyri veitingar sbrt. §§7-9 og § 16 grundað á inntøkuna hjá tí borgara, sum fær tænastu sbrt. hesi kunngerð.

Stk. 2. Inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan sbrt. skattalógini, undantikið

1)   sosialar pensjónir, harímillum pensjón eftir løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og sosial pensjón, útgoldin sbrt. lóg í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli, og

2)   arbeiðsmarknaðareftirløn sbrt. lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn.

Stk. 3. Afturat inntøkuni sbrt. stk. 2 skulu leggjast nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini.

Stk. 4. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta álíknaða inntøkuárið.

Stk. 5. Um inntøkan broytist varandi aftaná, at borgarin hevur fingið uppihald ella tænastu sbrt. hesi kunngerð, verður egingjaldið fyrstu ferð ásett grundað á væntaða ársinntøku frameftir.

Stk. 6. Tá ið tað í kunngerðini verður víst til árligu inntøkuna hjá borgara, verður inntøkugrundarlagið í stk. 2-4 brúkt.

  • 4. Í seinasta lagi við ársbyrjan kunnger kommunan gjøldini, ið eru galdandi fyri tað komandi árið.
  • 5. Gjald sbrt. §§ 7 og 8 verður goldið áðrenn tann fyrsta í tí mánaðinum, sum goldið verður fyri.

Stk. 2. Goldið verður tó fyrstu ferð við endan av tí mánaði, flutt verður inn.

Stk. 3. Goldið verður seinastu ferð fyri mánaðin, sum tænastan heldur uppat ella tá pensjónisturin andast.

Stk. 4. Kommunan krevur gjaldið inn.

Ellis- og røktarheim og eldrasambýli

  • 6. Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum kommununa og pensjónistin um gjaldstreytirnar á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.

Stk. 2. Um pensjónistur ynskir at innrætta býlið á serligan hátt, verður skrivlig avtala gjørd millum heimið og pensjónistin, áðrenn broytingar verða framdar í býlinum. Avtalað verður m.a. í hvønn mun pensjónisturin skal gjalda fyri møguligar útreiðslur av at seta býlið aftur í uppruna stand.

  • 7. Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhaldið, ið fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felags útreiðslur o.t.

Stk. 2. Gjald fyri vistarhald er 3.686 kr. um mánaðin.

  • 8. Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella eldrasambýli skal umframt gjaldið, sum er nevnt í §7, stk. 2, rinda fyri tænastuna, sum fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp.

Stk. 2. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er minni enn 50.000 kr. rindar 2.000 kr. um mánaðin. Fyri árliga inntøku millum 50.000 kr. og 55.000 kr. verður goldið 3.072 kr. um mánaðin. Fyri inntøku hægri enn 55.000 kr. verður goldið 90 kr. meir um mánaðin hvørja ferð árliga inntøkan hækkar við 5.000 kr.

Stk. 3. Hægsta mánaðarliga gjaldið fyri tænastu sbrt. hesi grein verður 6.852 kr.

  • 9. Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í eitt avmarkað tíðarskeið.

Stk. 2. Eitt samdøgursgjald verður goldið fyri vistarhaldið frá fyrsta degi.

Stk. 3. Goldið verður eina ferð um mánaðin fyri umlætting, sum er veitt mánaðin fyri.

Stk. 4. Gjald fyri umlætting er 134 kr. um samdøgrið.

  • 10. Kommuna, sum bjóðar heimabúgvandi pensjónistum tænastur sbrt. § 10 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., kann krevja gjald fyri hesa tænastu.

Stk. 2. Gjaldið kann tó ongantíð vera hægri enn veruligi kostnaðurin av tænastuni er.

Heimahjálp

  • 11. Áðrenn heimahjálp verður veitt, verður skrivlig avtala gjørd millum kommununa og móttakaran um gjaldstreytirnar fyri heimahjálpini.

Stk. 2. Goldið verður eina ferð um mánaðin fyri heimahjálp, sum er veitt mánaðin fyri.

  • 12. Uppgávurnar hjá heimahjálpini fevna um at veita persónliga røkt og praktiska hjálp til persónar í egnum heimi.
  • 13. Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum

1)   Bráðfeingis heimahjálp kann verða veitt í eitt styttri tíðarskeið, tá ið foreldur berast frá orsakað av sjúku, barnsburði ella eftirbata. Hjálpin kann vanliga ikki veitast longri enn 3 vikur, og í serligum førum ikki longri enn 6 vikur. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann hjálpin veitast í eitt longri tíðarskeið enn 6 vikur, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eftir loknað tíðarskeiðið. Uppgávan hjá heimahjálpini er at røkja tær arbeiðsuppgávur, sum vanliga verða røktar av foreldrum í einum heimi.

2)   Heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt pensjónistum, ið hava tørv á hjálp ella røkt orsakað av varandi sjúku ella breki.

3)   Heimahjálp kann verða veitt fyribils í eitt styttri tíðarskeið orsakað av bráðfeingissjúku ella breki.

  • 14. Kommunan hevur skyldu til at tryggja, at borgarin fær neyðuga hjálp sbrt. § 12.

Stk. 2. Hevur persónur tørv á stuðli sbrt. forsorgarlógini og ikki røkt sbrt. § 12, hevur viðkomandi ikki rætt til heimahjálp.

Stk. 3. Í tann mun borgarin umframt at hava tørv á røkt, eisini hevur tørv á stuðli, sbrt. forsorgarlógini, verður álagt kommununum at samskipa heimatænastuna og Stuðulstænastuna.

  • 15. Heimahjálp eftir § 13, nr. 1 ella nr. 3 verður veitt uttan kostnað.
  • 16. Fyri heimahjálp veitta eftir § 13, nr. 2, skal gjaldast fyri hvønn tíma.

Stk. 2. Gjaldið er treytað av samlaðu árligu inntøkuni hjá pensjónistinum og hjúnafelaga hjá viðkomandi.

Stk. 3. Fyri stakar pensjónistar verður ikki goldið fyri heimahjálp um árliga inntøkan er minni enn 15.000 kr.

Stk. 4. Stakur pensjónistur, hvørs árliga inntøka er millum 15.000 kr. og 20.000 kr. rindar 30 kr. fyri hvønn tíma. Stakur pensjónistur, hvørs árliga inntøka er hægri enn 20.000 kr., rindar 3 kr. meir fyri hvønn tíma, hvørja ferð árliga inntøkan hækkar við 5.000 kr.

Stk. 5. Gjaldið fyri hvønn tíma hjá støkum pensjónisti kann í mesta lagi verða 177 kr.

Stk. 6. Heimahjálp til pensjónistar í hjúnalagi, hvørs samlaða inntøka er minni enn 22.500 kr., verður veitt uttan kostnað.

Stk. 7. Pensjónistar í hjúnalagi, hvørs samlaða árliga inntøka er millum 22.500 kr. og 30.000 kr. gjalda 30 kr. fyri hvønn tíma. Pensjónistar í hjúnalagi, hvørs samlaða árliga inntøka er hægri enn 30.000 kr., gjalda 3 kr. meir fyri hvønn tíma, hvørja ferð samlaða árliga inntøkan hækkar við 7.500 kr.

Stk. 8. Gjaldið fyri hvønn tíma hjá pensjónistum í hjúnalagi kann í mesta lagi verða 177 kr.

Stk. 9. Goldið verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin.

Stk. 10. Goldið verður ikki fyri heimahjálp, tá pensjónistur er til umlætting.

Stk. 11. Pensjónistur, hvørs hjúnafelagi fær varandi uppihald á stovni, góðkendur sbrt. forsorgarlógini ella lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., rindar fyri heimahjálp sum stakur pensjónistur frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin er fluttur inn.

Gildiskoma

  • 17. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 5. juli 2013 um røktarheim og eldrasambýli, og kunngerð nr. 101 frá 24. juli 2000 um heimahjálp.

Stk. 2. Henda kunngerð skal endurskoðast 1 ár eftir, at kunngerðin er sett í gildið.

 

Almannamálaráðið, 17. desember 2014

 

Annika Olsen (sign.)

landsstýriskvinna

/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)