January 24, 2021
Nýtt stýri í Roðanum
Nývalda stýrið fyri Roðan skipaði seg á fundi seinrapartin hósdagin. Roðin er økistænastan við Skálafjørðin, ið hevur ábyrgdina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eitt samtak millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu. Umframt annað rekur samtakið virksemi á Vesturskini á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldinum á Skála og Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Harumframt eigur Roðin bygningin, har sum barnaverndin hjá somu kommunum heldur til, – í húsunum sum fyrr var Vistarheimið á Mýrunum.
Eftir kommunuvalið í november hava kommunurnar valt 9 limir í stýrið. Sambært viðtøkunum skulu borgarstjórarnir sita í stýrinum og ein teirra skal vera formaður og annar næstformaður.
Næstu fýra árini eru hesi vald at sita fyri Roðanum:
Hans Anders Jacobsen, Sjóvar kommuna.
Artur Johansen, Sjóvar kommuna.
Elin á Torkilsheyggi, Nes kommuna.
Súni í Hjøllum, Nes kommuna.
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Runavíkar kommuna.
Elin Klein Joensen, Runavíkar kommuna.
Kaja Joensen, Runavíkar kommuna.
Jonnhild Reynholdsdóttir, Runavíkar kommuna.
Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna.
Stýrið skipaði seg við Tórbirni Jacobsen sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Dagligur leiðari er Jóngerð Guttesen.