June 24, 2021
22 starvsfólk staðið demenssamskipara-útbúgving
Á hugnaligari samkomu í Skótahúsinum í Runavík fingu 22 starvsfólk á eldraøkinum handað prógv í samband við, at tey hava tikið demenssamskiparaútbúgving, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta saman við Roðanum hevur skipað fyri.
Av teimum sum hava tikið útbúgvingina eru 10 starvsfólk úr Norðoya Bú- og Heimatænastu, 7 úr Roðanum, 3 úr Nánd, 1 úr VEKS og 1 úr Almannaverkinum.
Dagurin byrjaði longu kl. 9.00 við framløgum. Seks framløgur vóru á skránni, og allar vóru sera viðkomandi og vælskipaðar. Millum annað varð greitt frá dagligdegnum hjá hjúnafelagum, har avvarðandi hevur fingið staðfest demenssjúku. Eisini varð greitt frá, hvussu ágangandi atburður kann fyribyrgjast, tá talan er um persónliga røkt.
Marna E. Jensen, stjóri í Norðoya Bú- og Heimatænastu, helt røðu fyri starvsfólkunum, har hon m.a. takkaði fyri, at starvsfólkini hava viljað sett tíð og orku av til at menna sínar førleikar innan hetta økið.
– Kunnleiki um demensøkið er altavgerandi fyri at kunna veita bestu hjálp fyri borgarar, ið hava fingið demens, tí er hetta eitt týdningarmikið fet í menningini at veita eina dygga tænastu, sum tit við tykkara amboðum og førleikum kunnu geva teimum demensraktu og teirra familjum, segði Marna E. Jensen m.a.
Marna E. Jensen vísti eisini á, at við hesum átakinum, at útbúgva starvsfólk til demenssamskiparar, prógvar kommunala raðfestingin á hesum økinum eisini viljan at veita borgarunum við demensi eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð, sum er grundað á tað vitanargrundarlag, sum finst, og sum alla tíðina er í menning.
Torbjørn Jacobsen, stýrisformaður í Roðanum, var eisini komin at heiðra starvsfólkunum, og takkaði m.a. fyri ídni, sum hvønn dag verður lagt í arbeiðið á eldraøkinum.
Áðrenn próvhandanin var liðug, framførdu Hervør Sabina og Kári á Torkilsheyggi tvey løg.
Birgitte Vølund og Mette Søndergaard hava staðið fyri útbúgvingini saman við Unn Justinussen. Beinta Dalheim og Jóngerð Guttesen frá Roðanum og Marna E. Jensen og Sunnuva á Lakjuni frá Norðoya Bú- og Heimatænastu hava, saman við undirvísarunum, lagt útbúgvingina tilrættis.