April 9, 2019
Nú nærkast Seniorfestivalurin – 1. juni
Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Seniorfestivalinum í Runavík. Tað er aftur Roðin – økistænastan, ið skipar fyri.
Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur, ið serliga vendir sær til tey tilkomnu.
Tankin við festivalinum er at lata dyrnar upp og gera Roðan meira atkomuligan, so gestir, umframt at njóta tónleikin, hugnan og samveruna, eisini kunnu nýta høvið at heilsa uppá gamlar kenningar og íbúgvar annars á røktarheiminum.
Kringumstøðurnar á festivalinum eru einastandandi! Telt verða sett upp á parkeringsøkinum og økinum kring røktarheimið í Runavík, har tónleikaframførslur, matur og hugni kunnu njótast. Á hendan hátt er festivalurin væl vardur í mun til veður og vind, eins og allir neyðugir fasilitetir eru nærhendis.
Nógvur góður tónleikur, sangur o.a verður á skránni. Vit fara at hoyra Hallelujasofus, Punktum, Marjun Wolles & Kjartan Valdemarson, Fourmehn, Hanus G, Elin B. Heinesen (trio), Kára P, Vestmenn og Sløkkiliðið á Skálafjørðinum.
Sum nakað nýtt verður eisini felagssangur á skrá og ein spennandi málningaframsýning, sum búfólk á ERE- og fólk, sum koma á dagtilhaldi hava málað. Málningarnir verða til sølu.
Hjartaliga vælkomin!
Atgongumerkir kunnu keypast á: https://loksholl.atgongumerki.fo/webshop/event/890425/order/info