Tænasturnar hjá Roðanum:

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.

Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Avgerð um at veita eina tænastu er grundað í eini fakligari meting. Tað vil siga, at starvsfólk (tørvsmeti) hjá Roðanum kemur á heimavitjan at meta um førleika og tørv hjá borgarum, sum venda sær til Roðan við ynskjum um tænastur.