March 9, 2020
Tillagað virksemi fyri at fyribyrgja Coronasmittu
Heilsumálaráðið broytti fríggjadagin sínar tilráðingar um, hvussu Coronasmittan kann fyribyrgjast. Ráðið mælir til, at tiltøk við 500 luttakarum ella meira verða avlýst. Harafturat bleiv mælt til at hava serligt umhugsni, tá ið talan er um tiltøk, har nógv eldri fólk savnast.
Virksemið í Roðanum verður tillagað tilráðingunum soleiðis:
Fyri at verja eldri borgarar ímóti Corona smittuvandanum avlýsir Roðin økistænastan nøkur av sínum tiltøkum. Avlýsingarnar eru í fyrstu atløgu galdandi komandi 14 dagarnar til tiltøk, har nógv eldri fólk savnast.
Roðin hevur fleiri venjingartilboð til eldri, bæði størri og minni lið. Tey størru venjingarliðini verða avlýst komandi 14 dagarnar. Tað merkir, at venjingarnar í Bylgjuni og í ítráttarhøllini á Skála eru avlýstar komandi 14 dagarnar.
Annað virksemi í Roðanum verður tillagað, soleiðis at ikki ov nógv fólk eru savnað á sama stað.
Leiðslan í Roðanum fylgir gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum.