September 2, 2019
Venjingin fyri fólk 67 ár og eldri byrjar aftur
Vælumtókta venjingin fyri borgarar í Nes-, Sjóvar og Runavíkar kummunu, sum eru 67 ár og eldri byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Umstøðurnar eru framúr góðar og venjararnir hava útbúgving sum fys- og ergoterapeutar. Umframt venjingarnar, starvast terapeutarnir í øllum økinum, bæði inni á bústovnunum, í venjingarhølum hjá Roðanum og koma í privatu heimini í ymiskum ørindum.
Venjingartíðir:
- Í Ítróttarhøllini á Skála: týs.- og hósdag kl 14.30-15.30 – Byrjað verður 3. sept!
- Í Bylgjuni í Runavík: miku.- og fríggjadag kl 14.30-15.30 – Byrjað verður 4. sept!
Komið og venjið!