Leys størv.
Søkt verður eftir deildarleiðara til útiøkið í Demenstænastuni hjá Roðanum
Roðin arbeiðir miðvíst við at menna Demenstænastuna, sum er tænastan til tey við demens, sum búgva heima (útiøkið) og til tey sum búgva á røktarheimi. Økið er raðfest, sum ein týðandi partur av heildartænastuni í Roðanum og stig eru tikin til at betra bæði fakligu karmarnar og tænasturnar.
Í hesum sambandi er Roðin farin undir eina nýskipan av Demenstænastuni. Endamálið er at styrkja og menna dygdina í tænastuni. Nýskipanin umfatar eina yvirskipaða leiðslu fyri alla Demenstænastuna og tvær deildarleiðslur – eina við ábyrgd av tænastunum til heimabúgvandi (útiøkið) og eina við ábyrgd av tænastunum inni á røktarheimum.
Tað verður atbeitt eftir ástøðinum hjá Tom Kitwood, ið leggur dent á persónmiðsavnandi røkt og umsorgan. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst eftir yvirskipaðu málunum hjá Roðanum, sjá heimasíðu https://rodin.fo/um-okkum
Um starvið
Demenstænastan til útiøkið fevnir um Dagtilboðið á Skála, sum er eitt serligt tilboð til fólk við demens, umframt kommunalar demenssamskiparar, ið veita tænastu og stuðul til borgarar við demens og teirra avvarðandi í heiminum.
Somuleiðis fevnir tað um at hava ábyrgd fyri flutningstænastuni hjá Roðanum, ið skipar koyringina til tey ymisku tilboðini hjá Roðanum.
Roðin leitar eftir einum deildarleiðara at standa á odda fyri hesi týðandi og mennandi tænastu. Vit leita eftir einum leiðara, sum brennur fyri at skapa trygd, virðing og dygd í tilboðnum og tænastuni til fólk við demens, og sum dugir at leiða starvsfólk við innliving og fakligum hegni.
Sum deildarleiðari hevur tú:
Fakliga,-og starvsfólkaleiðslu fyri bæði dagtilboðið, koyritænastuni og kommunalum demenssamskiparum.
Ábyrgd av at menna og tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvinum og lívssøguni hjá borgarunum.
Tætt samstarv við avvarðandi, leiðslu og onnur fakfólk innan eldraøkið.
Luttøku í strategiskari menning av demenstænastuni í Roðanum.
Vit vænta, at tú:
Ert útbúgvin og hevur góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Hevur royndir innan demensøkið og helst innan leiðslu. Útbúgving innan demens, kann verða ein fyrimunur
Dugir væl at samskifta og samstarva tvørfakligt
Hevur leiðsluligan áhuga og áræði at taka ábyrgd
Vilt vera við til at skapa ein góðan gerandisdag fyri fólk við demens
Arbeiðir og mennir tænasturnar víðari, útfrá yviskipaðu málum hjá Roðanum, umframt útfrá virðisgrundarlagnum á Dagtilboðnum á Skála.
Vit bjóða:
Eitt áhugavert og meiningsfult starv í einum týdningarmiklum starvsøki
Góðar samstarvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Góða innleiðslu og upplæring, fyri at fáa trygga og góða byrjan
Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. august 2025 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Justinussen, leiðara fyri Demenstænastuni tlf 290213 ella við telduposti unnj@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og prógvum verður at senda til rodin@rodin.fo. Umsóknarfreistin er 20. juni 2025.
ROÐIN SØKIR EFTIR NÁTTARVAKT TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM.

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum røktarstarvsfólki í fast starv. Starvið er á setanarbrøki 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er í náttarvakt og 2. hvørt vikuskifti
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning - KT-førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag- Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 16. juni 2025.
Ert tú heilsurøktari, heilsuhjálpari ella hjálparfólk? Vit leita eftir tær til heimatænastuna!

Hevur tú áhuga fyri at veita umsorgan fyri menniskjum, og vilt tú vera við til at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri borgarum?
Heimatænastan leitar eftir ágrýtnum, umsorganarfullum og ábyrgdarfullum røktarstarvsfólki, at veita røkt og stuðul til borgarar sum búgva heima.
Vit søknast eftir:
- Starvsfólki í føstum starvið, ið kann arbeiða í skiftandi vaktum – dag-, kvøld- og vikuskiftir.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- At veita persónliga og praktiska røkt til borgarar í teirra egna heimi, við tí endamáli at stuðla teimum í at varðveita sjálvbjargni og góða lívsgóðsku.
- At samstarva við starvsfelagaðar, avvarðandi og aðrar heilsufagbólkar, fyri at tryggja, at borgarin fær ta hjálp honum tørvar.
- At fylgja upp og skráseta í Cosmic, fyri at tryggja, at røktin verður tillaga og framd eftir tørvi.
- At vera við til at menna trivnaðin hjá borgarunum og stuðla honum í dagligdegnum.
Vit leita eftir tær, ið: - Er útbúgvin og hevur góðkenning, sum heilsurøktari.
- Er útbúgvin heilsuhjálpari.
- Hevur møguligar royndir í heimarøkt - hóast tað ikki er eitt krav.
- Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta, bæði við borgarar, avvarðandi, starvsfelagar og aðrar fakbólkar.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álit hjá borgaranum.
- Tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði.
- Hevur koyrikort, tí starvið krevur, at tú skalt koyra út til borgararnar.
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møðuleika at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka borgaranum.
- At tú verður partur av einum starvsfólkahópi, har trivnaður og samstarv er í hásæti.
- Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
- Góðar starvstreytir og løn í samsvarar við galdandi sáttmála.
Setanarviðurskifti
Størvini verður lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og ávikavist Heilsurøktarfelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni, tlf. nr. 793304 ella við telduposti til anjah@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til heimatænastuna”.
Røktarstarvsfólk til demensdeildina á Eysturoyar røktar,- og ellisheimi

Vilt tú vera partur av framtídar demensrøkt?
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari? Brennir tú fyri at gera mun fyri menniskju við
demens? So hava vit starvið til tín!
Demensdeildin hjá okkum er í eini støðugari menning.
Hvørji eru vit?
Vit eru ein deild í menning, har nýhugsan og eldhugi fylgja fakliga førleikanum. Vit arbeiða við hjartanum og
høvdinum fyri at veita best møguligu umsorgan og røkt. Vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað og
førleikamenning.
Vit søkja eftir tær sum:
Ert fakliga sterk/ur og kanst tryggja høga góðsku í røktini
Hevur royndirnar og hugin at arbeiða við borgarum við demens
Vil gera mun í gerandisdegnum hjá húsfólkunum og skapa tryggleika og gleði
Vit bjóða:
- Møguleika fyri at vera við í eini spennandi menningartilgongd og mynda framtíðar demensrøkt.
- Eitt fakliga sterkt umhvørvi við denti á vitanardeiling og eftirútbúgving.
- Eitt arbeiðspláss við hjartaligheit, har samstarv og trivnaður eru í miðdeplinum.
- Fleksiblar arbeiðstíðir og møguleika fyri at hava ávirkan á egnan arbeiðsdag.
Um teg:
- Tú brennir fyri at arbeiða við borgarum við demens og hevur hug at menna tínar førleikar.
- Tú trívist í einum tvørfakligum samstarvi og veitir íkast við tínum fakligu førleikum.
- Tú ert empatisk/ur, tolin og eldhugað/ur í at skapa bestu karmar fyri húsfólkini.
- Tú hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Tú hevur prógv sum heilsuhjálpari
Um tú ynskir at vera partur av okkara starvsfólkahópi, har vit saman ganga á odda og seta nýggj mál fyri
demendeildini, vilja vit fegin hoyra frá tær!
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Heilsurøktarfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara , tlf. nr. 290204 ella við
telduposti til jonad@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til
rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til demensdeildina”.
Summarferiuavloysarar til Heimatænastuna
Hevur tú áhuga fyri at veita umsorgan fyri menniskjum, og vilt tú vera við til at gera mun í gerandisdegnum
hjá eldri borgarum?
Vit leita eftir ágrýtnum, umsorganarfullum og ábyrgdarfullum røktarstarvsfólki, sum vil vera við til at veita røkt og stuðla borgarunum at hava ein meiningsfullan og innihaldsríkan dag.
Um størvini.
Vit søknast eftir:
- summarferiuavloysarum at arbeiða skiftandi vaktir dag, kvøld og 2. hvørt vikuskifti
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- At veita persónliga og praktiska røkt til borgarar í teirra egna heimi, við tí endamáli at stuðla teimum
í at varðveita sjálvbjargni og góða lívsgóðsku. - At samstarva við starvsfelagaðar, avvarðandi og aðrar heilsufagbólkar, fyri at tryggja, at borgarin fær
ta hjálp honum tørvar. - At fylgja upp og skráseta í Cosmic, fyri at tryggja, at røktin verður tillaga og framd eftir tørvi.
- At vera við til at menna trivnaðin hjá borgarnum og stuðla honum í dagligdegnum.
Vit leita eftir tær, ið:
- Er útbúgvin og hevur góðkenning, sum heilsurøktari.
- Er útbúgvin heilsuhjálpari.
- Hevur møguligar royndir í heimarøkt - hóast tað ikki er eitt krav.
- Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta, bæði við borgarar, avvarðandi,
starvsfelagar og aðrar fakbólkar. - Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álit hjá borgaranum.
- Tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði.
- Hevur koyrikort, tí starvið krevur, at tú skalt koyra út til borgararnar.
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møðuleika at gera ein mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka
borgaranum. - At tú verður partur av einum starvsfólkahópi, har trivnaður og samstarv er í hásæti.
- Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
- Góðar starvstreytir og løn í samsvarar við galdandi sáttmála.
Setanarviðurskifti
Størvini verður lønt sambært sáttmála við KAF og ávikavist heilsurøktarfelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni, tlf.
nr. 793304 ella við telduposti til anjah@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til
rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til heimatænastuna”.
Starv í demensdeildini
Vilt tú vera partur av framtídar demensrøkt?
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari? Brennir tú fyri at gera mun fyri menniskju við
demens? So hava vit starvið til tín!
Demensdeildin hjá okkum er í eini støðugari menning.
Hvørji eru vit?
Vit eru ein deild í menning, har nýhugsan og eldhugi fylgja fakliga førleikanum. Vit arbeiða við hjartanum og
høvdinum fyri at veita best møguligu umsorgan og røkt. Vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað og
førleikamenning.
Vit søkja eftir tær sum:
Ert fakliga sterk/ur og kanst tryggja høga góðsku í røktini
Hevur royndirnar og hugin at arbeiða við borgarum við demens
Vil gera mun í gerandisdegnum hjá húsfólkunum og skapa tryggleika og gleði
Vit bjóða:
- Møguleika fyri at vera við í eini spennandi menningartilgongd og mynda framtíðar demensrøkt.
- Eitt fakliga sterkt umhvørvi við denti á vitanardeiling og eftirútbúgving.
- Eitt arbeiðspláss við hjartaligheit, har samstarv og trivnaður eru í miðdeplinum.
- Fleksiblar arbeiðstíðir og møguleika fyri at hava ávirkan á egnan arbeiðsdag.
Um teg:
- Tú brennir fyri at arbeiða við borgarum við demens og hevur hug at menna tínar førleikar.
- Tú trívist í einum tvørfakligum samstarvi og veitir íkast við tínum fakligu førleikum.
- Tú ert empatisk/ur, tolin og eldhugað/ur í at skapa bestu karmar fyri húsfólkini.
- Tú hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Tú hevur prógv sum heilsuhjálpari
Um tú ynskir at vera partur av okkara starvsfólkahópi, har vit saman ganga á odda og seta nýggj mál fyri
demendeildini, vilja vit fegin hoyra frá tær!
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Heilsurøktarfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara , tlf. nr. 290204 ella við
telduposti til jonad@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til
rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til demensdeildina”.
Røktarstarvsfólk til Norðurstovu á Eysturoyar røktar,- og ellisheimi.

Hevur tú hug at gera mun fyri eldri borgarar og gerast partur av einum ágrýtnum og fakliga sterkum starvsfólkahópi?
Norðurstova er ein deild á Eysturoyar røktar,- og ellisheimi har 24 fólk húsast. Á deildini veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin í Norðurstovu strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki.
Vit bjóða:
Eitt starv, har tú ert við til at skapa ein tryggan og virðiligan gerandisdag fyri okkara eldru.
Eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum og einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Møguleika fyri upplæring og menning í starvinum.
Skiftandi arbeiðstíðir eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur:
At hjálpa og stuðla borgarunum í gerandisdegnum.
At skapa ein tryggan og heimligan dag fyri tey, sum búgva á heiminum.
At hava gott samstarv við starvsfelagar, borgarar og avvarðandi.
At tryggja, at røkt og umsorgan verður veitt við virðing og umsorgan fyri einstaka húsfólkinum.
Vit vænta av tær, at tú:
Hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Hevur prógv sum heilsuhjálpari Hevur umsorgan fyri øðrum og megnar at vera nærverandi í samskiftinum við borgarar og starvsfelagar.
Ert fyrikomandi, ágrýtin og fleksibul.
Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.
Hevur ein jaligan hugburð og ert áhugað/ur í at skapa trivnað og góðar løtur fyri okkara borgarar.
Vit bjóða tær
Eitt fakliga sterkt umhvørvi við møguleika fyri at menna tínar førleikar
Tætt og stuðlandi samstarv við starvsfelagar og leiðslu
Eitt arbeiðspláss ið leggur dent á trivnað, arbeiðsgleði og høga fakligheit.
Setanarviðurskifti
Størvini eru til setan sum skjótast og lønt sambært sáttmála við KAF og ávikavist Heilsurøktarfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara , tlf. nr. 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Norðurstovu”.
Námsfrøðingar til demensdeildina

Vit søkja námsfrøðingar til demensdeildina hjá Roðanum.
Hevur tú hjarta fyri eldri og áhuga fyri at arbeiða við fólki, sum hava demens?
So kunnu vit bjóða tær eitt týdningarmikið og mennandi starv!
Vit hava eitt felags mál um at veita eina samanhangandi, virðiliga og professionella tænastu til borgarar við demens og teirra avvarðandi. Sum partur av hesum leita vit eftir námsfrøðingum, ið vilja verða við til at menna og skapa innihald, tryggleika og nærveru í gerandisdegnum hjá okkara búfólki.
Vit bjóða tær:
Eitt fakliga spennandi starv í einum toymi við greiðum málum og visjónum
Møguleika at seta tín dám á menningina av demensøkinum
Dagligt samstarv við eldhugað starvsfólk úr ymiskum fakbólkum
Fokus á tvørfakligt samstarv, endurmenning og førleikamenning
Eitt arbeiðspláss við hjarta og ábyrgd
Vit vænta, at tú:
Ert útbúgvin námsfrøðingur
Hevur møguligar royndir ella serligan áhuga fyri at arbeiða við fólki við demens
Dugir at skapa tryggar og innihaldsríkar karmar – bæði fyri búfólk og avvarðandi
Hevur góð samstarvsevni og vil arbeiða í einum toymi.
Ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og dugir at síggja einstaklingin
Starvið umfatar m.a.:
Røkt og umsorgan
At menna og fremja virkisdagar fyri fólk við demens
Samskifti og samstarv við avvarðandi
At vera við til at menna demensøkið saman við toymi og leiðslu
At skapa ein gerandisdag, har lívsgleði og tryggleiki eru í hásæti
Setanartreytir og umsóknarfreist:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Arbeiðstíð og byrjanardagur verða eftir nærri avtalu.
Umsóknir við prógvið og møguligum viðmælum verða at senda til rodin@rodin.fo
Vilt tú vita meira?
So ert tú vælkomin at ringja til Jonu Dam, deildarleiðara, tlf 290204 ella senda ein teldupost til jonad@rodin.fo.