Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um okkum / Leys størv /
Starvsfólk til demensdeildina á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Starvsfólk til demensdeildina á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Vilt tú vera partur av framtíðar demensrøkt?

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari? Brennir tú fyri at gera mun fyri menniskju við
demens? So hava vit starvið til tín!

Talan er um eitt starv á brøk 0,8 í dag- og kvøldvaktum, - og 3.hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri tillagingum í tíð.

Starvið er at seta 1. nov. 2025 ella skjótast tilber.

Hvørji eru vit?

Vit eru ein deild í menning, har nýhugsan og eldhugi fylgja fakliga førleikanum. Vit arbeiða persónsmiðsavnandi - við høvdinum og hjartanum fyri at veita best møguligu umsorgan og røkt. Vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað og
førleikamenning og arbeiða hart fyri at hava eina kontaktpersónskipan koyrandi.

Vit søkja eftir tær sum:

  • Vil gera mun í gerandisdegnum hjá húsfólkunum og skapa tryggleika og gleði, herundir dagligar stjørnuløtur
  • Hevur hugin- og møguligar royndir at arbeiða við borgarum við demens
  • Ert- ella ynskir at gerast fakliga sterk/ur og ynskir at tryggja høga góðsku í røktini

Vit bjóða:

  • Møguleika fyri at vera við í eini spennandi menningartilgongd og mynda framtíðar demensrøkt.
  • Eitt fakliga sterkt umhvørvi við denti á vitanardeiling og eftirútbúgving.
  • Eitt arbeiðspláss við hjartaligheit, har samstarv og trivnaður eru í miðdeplinum.

Um teg:

  • Tú brennir fyri at arbeiða við borgarum við demens og hevur hug at menna tínar førleikar.
  • Tú trívist í einum tvørfakligum samstarvi og veitir íkast við tínum fakligu førleikum.
  • Tú ert empatisk/ur, tolin og eldhugað/ur í at skapa bestu karmar fyri húsfólkini.
  • Tú hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Tú hevur prógv sum námsfrøðingur
  • Tú hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Tú hevur prógv sum heilsuhjálpari

Um tú ynskir at vera partur av okkara starvsfólkahópi, har vit saman ganga á odda og seta nýggj mál fyri
demendeildini, vilja vit fegin hoyra frá tær!

Setanarviðurskifti

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara, tlf. 290204 ella við
telduposti til jonad@rodin.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til
rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til demensdeildina”. Umsóknarfreist er 25. sept.