-
02-12-2024Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum
-
29-11-2024ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARA TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM
-
15-11-2024Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála
-
04-11-2024Starvsfólk til køkin á Vesturskin
-
01-11-2024Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum
-
23-02-2023Roðin søkir eftir summaravloysarum
-
25-08-2022Roðin søkir eftir røktarfólkum at arbeiða í vikuskiftum
-
26-10-2021Roðin søkir eftir hjálparfólki
November 4, 2024
Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur við áhuga fyri fyribyrging og at varðveita lívsgóðskuna hjá okkara eldru borgarum? Vilt tú vera við í arbeiðnum at tryggja, at heimbúgvandi borgarar, eldri enn 75 ár, fáa stuðul og vegleiðing til at varðveita eina góða lívsgóðsku? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg!
Um starvið
Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til fyribyrgjandi heimavitjanir hjá borgarum, eldri enn 75 år, í Nes,- Sjóvar,- og Runavíkar kommunu. Endamálið við heimavitjanunum er, at bjóða vegleiðing og ráðgeving, sum kann hjálpa okkara eldru borgarum, at vera sjálvbjargnir og hava ein tryggan gerandisdag í egnum heimi. Starvið er í dagtímunum á brøki 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna.
Harumframt verður tú, saman við starvsfólkum í fyribyrgjandi toyminum og í Demenstænastuni, ábyrgdarfólk fyri at fyriskipa og leiða CST-bólkar (Cognitive Stimulation Therapy) – samrøðubólkar ætlaðir borgarum við byrjandi demens. Her skapar tú tryggar karmar, har luttakararnir kunnu hittast, práta saman og fáa kognitiva stimbran, sum kann hjálpa teimum at halda teirra kognitivu førleikar viðlíka.
Tínar arbeiðsuppgávur fevna um:
• At leggja til rættis og útinna fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar, sum eru 75 ár og eldri.
• At eyðmerkja tørv og førleikar hjá tí einsktaka, umframt at veita vegleiðing við atliti at heilsu, trivnað og fyribyrging av sjúku.
• Fyrireika og leiða CST-bólkar fyri borgarar við byrjandi demens.
• At skapa tryggar samrøðukarmar, sum fremja kognitiva stimbran og sosiala samveru í CST-bólkunum.
• Tætt samstarv við starvsfelagar, avvarðandi og onnur heilsustarvsfólk fyri at tryggja bestu møguligu hjálpina til borgararnar.
Vit sóknast eftir tær, sum:
• Er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við áhuga fyri fyribyrging og eldrarøkt.
• Hevur kunnleika til ella áhuga fyri demens og kognitivum stimbrandi háttaløgum – royndir við CST eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
• Er umsorganarfull/ur, sjálvstøðug/ur og hevur góð samskiftisevni.
• Dugir at skapa tryggleika og álít í samskiftinum við eldri borgarar og teirra avvarðandi.
• Er skipað/ur og sjálvstøðugt megnar at tilrættisleggja arbeiðið.
Vit bjóða:
• Eitt fast starv.
• Ein týdningarmiklan leiklut, har tú gert mun í gerandisdegnum hjá eldri borgarum.
• Møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og leggja til rættis heimavitjanir og CST-bólkar.
• Ein sterkan fakligan felagsskaps, har tú fært sparring og stuðul frá dugnaligum starvsfeløgum.
Umsókn
Um tú hevur hug at vera við í okkara fyribyrgjandi toymi og at stuðla eldri borgarum í at varðveita lívsgóðskuna, gleða vit okkum at móttaka eina umsókn frá tær.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara. Telefon 478300 ella við telduposti til jongerdg@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo Viðmerkjast skal: “Sjúkúkrarøktarfrøðingur til fyribyrgjandi heimavitjanir“
Umsóknarfreistin er 18. november 2024.