-
02-12-2024Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum
-
15-11-2024Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála
-
04-11-2024Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir
-
04-11-2024Starvsfólk til køkin á Vesturskin
-
01-11-2024Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum
-
23-02-2023Roðin søkir eftir summaravloysarum
-
25-08-2022Roðin søkir eftir røktarfólkum at arbeiða í vikuskiftum
-
26-10-2021Roðin søkir eftir hjálparfólki
November 29, 2024
ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARA TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara í fast starv. Starvið er á setanarbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna og arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv, sum heilsurøktari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning - KT-førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er til setan 1. januar ella skjótast tilber og verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo
Viðmerkjast skal: heilsurøktari til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 12.12. 2024.