November 29, 2024

ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARA TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara í fast starv. Starvið er á setanarbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna og arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv, sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
    menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
    hjá Roðanum

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er til setan 1. januar ella skjótast tilber og verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo

Viðmerkjast skal: heilsurøktari til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 12.12. 2024.