June 20, 2018

Garðdagur á ERE

Aftur í ár, er ætlanin at hava ein ”GARÐDAG”, har avvarðandi fáa møguleikan, at verða við til at fríðka um økið rundan um heimið
Garðdagurin er fyri avvarðandi hjá øllum teimum, ið búleikast her.

Garðdagurin í ár er settur at verður fríggjadagin 29. juni.

Byrjað verður kl. 15:00 og vit endað við einum góðum døgurða og kaffi í kantinuni kl. 18:30

Gott hevði verið, um tit kundu tikið amboð við, men hava tit ongi, so mugu tit endiliga ikki halda tykkum aftur.

Um tú/tit ynskja at luttaka, vinarliga send sms á tlf 290210 í seinasta lagi 26 juni kl. 16, – og viðmerk navn/nøvn.

Um dagurin, orsakað av veðri ella øðrum umstøðum verður broyttur, senda vit tykkum sms við broytingum.