September 2, 2019

Venjingin fyri fólk 67 ár og eldri byrjar aftur

Vælumtókta venjingin fyri borgarar í Nes-, Sjóvar og Runavíkar kummunu, sum eru 67 ár og eldri byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Umstøðurnar eru framúr góðar og venjararnir hava útbúgving sum fys- og ergoterapeutar. Umframt venjingarnar, starvast terapeutarnir í øllum økinum, bæði inni á bústovnunum, í venjingarhølum hjá Roðanum og koma í privatu heimini í ymiskum ørindum.

Venjingartíðir:

  • Í Ítróttarhøllini á Skála: týs.- og hósdag kl 14.30-15.30 – Byrjað verður 3. sept!
  • Í Bylgjuni í Runavík: miku.- og fríggjadag kl 14.30-15.30 – Byrjað verður 4. sept!

Komið og venjið!