September 1, 2023

Heilsufremjandi venjingarnar byrja nú aftur!

Venjingarnar í Bylgjuni og í høllini á Skála byrja aftur mánadagin 11.09.23. Í Bylgjuni mánadag og mikudag kl.09.30-10.30 og í høllini á Skála mánadag og mikudag kl.11:00-12:00.

Tilboðið er fyri fólk 67 ár og eldri og er við tí fyri eyga at økja um kontitiónina, vøddastyrkina og betra balansuna. Hetta kann fyribyrgja falli og lívstílsjúkum og kann stuðla undir vælveru og lívsgleði.

Um ein ynskir at luttaka til hesar venjingar, kann man bara møta upp í høllini og har verður man meldaður til.

Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130,-

Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-

Verið hjartaliga vælkomin.