November 1, 2024

Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum

Hevur tú eina natúrliga umsorgan fyri øðrum fólki og ynskir tú at arbeiða við røkt og stuðli í heiminum hjá borgarum? Vit leita eftir tveimum eldhugaðum heilsuhjálparum, ið vilja vera við til at gera mun í okkara heimarøkt.

Um starvið
Vit sóknast eftir tveimum heilsuhjálparum til okkara heimarøktaralið. Annað starvið er á Skálaleiðini og er á 30 tímar um vikuna, og hitt er í Runavíkarleiðini og er á 28 tímar um vikuna. Bæði størvini fevna um dag- og kvøldvaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Sum heilsuhjálpari verður tú ein týdningarmikil partur av okkara toymi og fært møguleika at gera mun í gerandisdegnum hjá borgarunum í Nes,- Sjóvar,- og Runavíkar kommunu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
• At veita persónliga røkt til borgarar í teirra egna heimi, so teir kunnu varðveita sítt sjálvbjargni.
• Samstarv við starvsfelagar, avvarðandi og onnur heilsustarvsfólk fyri at tryggja, at borgararnir fáa bestu røktina.
• Observatión og skráseting av støðuni hjá borgarunum, so vit kunnu laga røktina eftir teirra ynski og tørvi.
Vit leita eftir tær, sum:
• Hevur útbúgving, sum heilsuhjálpari.
• Royndir innan heimarøkt, heilsu,- ella røktararbeiði – tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
• Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð samskiftisevni.
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álít hjá borgarunum.
• Hevur koyrikort, tí starvið krevur, at tú kanst koyra út til borgararnar.
• Er fleksibul og kanst arbeiða bæði dag- og kvøldvaktir, og triðja hvørt vikuskifti.
Vit bjóða:
• Eitt arbeiðspláss, har tú kanst gera ein mun fyri onnur og uppliva ein týdningarmiklan gerandisdag.
• Eitt gott og eldhugað toymi av starvsfelagum, sum stuðla hvørjum øðrum í dagligdegnum.
• Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
• Góðar starvstreytir í samsvari við galdandi sáttmála.

Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Umsókn
Um tú brennir fyri at hjálpa øðrum og sært teg sjálva/n í hesum leikluti, gleða vit okkum at fáa tína umsókn. Vinarliga upplýs, hvørt starv tú søkir (28 ella 30 tímar), og hvussu tínar royndir og førleikar hóska til starvið. Umsóknin skal sendast til rodin@rodin.fo
Umsóknarfreistin er 14. november og størvini eru til setan sum skjótast.