February 27, 2023

Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í Roðanum

Stýrið fyri Roðan hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. apríl 2023 og kunnu síggjast á talvuni.

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.” (seinast broytt við kunngerð nr. 6/2023, kunngerð sæst her). Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (ll. nr. 19/2014 við seinni broytingum).

Búfólk á heimum hjá Roðanum og borgarar, sum gjalda fyri heimatænastu fáa skriv við kunningini.

Sí nýggju gjøldini her:

Vinarlig Roðin