-
15-05-202431 nýggir CST – bólkaleiðarar
-
24-11-2023Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í Roðanum
-
01-09-2023Heilsufremjandi venjingarnar byrja nú aftur!
-
26-06-2023Landslæknaeftirlit á Eysturoyar røktar- og ellisheimi (ERE) 6. desember 2023
-
27-02-2023Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í Roðanum
-
04-03-2022Heiðurssprotar á Strondum
-
11-11-2021Vitjandi á bústovnum í Roðanum
-
24-06-202122 starvsfólk staðið demenssamskipara-útbúgving
-
27-01-2021Venjingarnar byrja aftur
-
24-01-2021Eldraráðið lagt til brots
-
24-01-2021Nýtt stýri í Roðanum
-
19-01-2021Framvegis ongar venjingar fyri 67 ár og eldri
-
12-01-2021Deildarleiðarar settir á Sjóvarlon og á Vesturskin 1. januar 2021
-
14-12-2020Roðin heitir á øll um at ansa eftir okkara eldru
-
13-10-2020Umbygging á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík
-
28-09-2020Val av eldraráði í Roðanum
-
12-09-2020Venjingin í Bylgjuni og í Ítróttarhøllini á Skála byrjar aftur í komandi viku – viku 38
-
07-09-2020Roðin letur upp aftur
-
17-08-2020Leiðreglur fyri vitjandi
August 30, 2021
Nýtt venjingartilboð í Roðanum
Í heyst bjóðar Roðin eitt nýtt venjingartilboð afturat í Bylgjuni.
Roðin hevur síðani mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.
Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin mánadag og mikudag kl 14.00-15.00
Í heyst fer Roðin at bjóða eitt nýtt tilboð afturat í Bylgjuni. Hetta tilboðið er ætlað teimum, sum ikki halda seg megna tær venjingarnar, sum vanliga eru í Bylgjuni. Venjingarnar vera “lættari”. Hesar venjingarnar fara fram á loftinum í Bylgjuni Mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Um ein ynskir at luttaka í venjingunum, nýtist einum bert at møta upp í høllini og melda til har.
Allar venjingarnar byrja 1. September.
Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130 ,-
Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-
Øll eru vælkomin at ringja til Roðan 478200 og hoyra nærri um tilboðini.