May 27, 2020

Vit lata meir upp!

Vegleiðing í samband við vitjan á Røktarheiminum í samband við covid-19

Hin 8. mei, varð aftur møguligt hjá avvarðandi at vitja síni á røktarheiminum og sambýlunum. Fyri at minka um vandan fyri at covid-19 varð borið inn á heimini, varð avgjørt, at hvørt búfólk bert kundi fáa vitjan av tveimum vitjandi – tveimum teimum somu í 14 dagar. Vitjandi avtalaðu vitjunartíð við deildirnar og vórðu skrásett við navni og telefonnummari. Hetta mátti til fyri lættari at finna fram til møguligan tørv á kanningum og sóttarhaldi, um ein tilburður av smittu varð staðfestur.

Gongdin í Føroyum er framvegis sera jalig í mun til smittu. Tí meta vit, at tað er ráðiligt at lata meir upp fyri avvarðandi. Frá mánadegnum 25. mei, kunnu 4 vitjandi, 4 tey somu, koma at vitja síni búfólk. Vitjanartíðirnar gera búfólk og avvarðandi avtalu sínámillum um.

Leiðreglur fyri vitjandi á heimunum hjá Roðanum: (Hesi tilmæli skulu hanga á úthurðunum)

  • Um tú eigur at vera í sóttarhaldi, skalt tú ikki vitja
  • Kennir tú teg sjúkan, skalt tú ikki vitja
  • Tað er ikki neyðugt at biðja tíð
  • Sprittið hendur á veg inn á deildina
  • Øll tey almennu tilmælini um reinføri og frástøðu skulu haldast
  • Vitjanirnar skulu fara fram í búrúminum hjá tí einstaka
  • Haldið frástøðu frá starvsfólkum og øðrum búfólkum
  • Skrásetið tykkum við navni, telefonnummari og klokkutíð á yvirliti, sum liggur á kamarinum.

 

Tað er ikki møguligt, at veita avvarðandi og búfólki drekkamunn, meðan tey hava vitjan. Tað er heldur ikki møguligt hjá avvarðandi at gera brúk av kantinuni fyribils.

Tað er møguleiki sjálvur at hava eitthvørt við – her undir “eingangsservicu”

Um avvarðandi hava tørv á at fara á WC, meðan tey vitja, verður heitt á tykkum, at brúka wc hjá búfólki og at spritta wc aftaná. Somuleiðis at spritta kontaktflatur av, sum tit hava nortið við. Hetta fyri at minka um ein møguligan smittuvanda.

 

Vinarliga Deildarleiðararnir