-
07-08-2020Herd tiltøk sett í verk í Roðanum økistænastuni
-
18-06-2020Vitjandi á búeindum í Roðanum – kunning – Covid 19
-
05-06-2020Fleiri vitjandi kunnu vitja á búeindunum hjá Roðanum
-
27-05-2020Vit lata meir upp!
-
07-05-2020Hjartaliga vælkomin at vitja
-
17-03-2020Áheitan til avvarðandi
-
16-03-2020Hjálpandi hendur
-
12-03-2020Roðin økistænastan setur herd tiltøk í verk at forða fyri Corona-smittuni
-
12-03-2020Tillagingar í Roðanum í mun til fyribyrgjan av Coronasmittu
-
11-03-2020Tað tú kann gera fyri at umganga smittu
-
11-03-2020Áheita til vitjandi í heimunum hjá Roðanum
-
09-03-2020Tillagað virksemi fyri at fyribyrgja Coronasmittu
-
02-09-2019Venjingin fyri fólk 67 ár og eldri byrjar aftur
-
21-08-2019Áhugavert skeið!
-
03-06-2019Lutaseðlarnir á festivalinum
-
21-05-2019Keyp atgongumerki til seniorfestivalin her
-
09-04-2019Nú nærkast Seniorfestivalurin – 1. juni
-
08-04-2019Konsert í kantinuni á ERE hin 13. mai kl 15 ”Reg & Andreas”
-
15-03-2019Kórsangur og felagssangur
August 17, 2020
Leiðreglur fyri vitjandi
Frá 24. august 2020 verður loyvt 6 vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna, soleiðis at vitjanarskarin kann líðandi verða útskiftur aftaná 6 vikur.
Búfólk avgera sjálvi saman við avvarðandi, hvør kann vitja. Eisini avgera tit, um útskifting skal fara fram.
Tað er framhaldandi umráðandi, at vitjandi skráseta seg, tá tey vitja, so tað lættliga ber til at spora smittuvegir, um tað gerst neyðugt. Vitjandi í Roðanum skulu skráseta seg sjálvi inni á kamarinum hjá búfólkinum, eins og var gjørt undan 5. august.
• Tað er ikki neyðugt at biðja um tíð
• Um tú eigur at vera í sóttarhaldi, skalt tú ikki vitja
• Um búfólk er í sóttarhaldi, skalt tú ikki vitja
• Kennir tú teg sjúkan, skalt tú ikki vitja
• Sprittið hendur á veg inn á deildina
• Øll tey almennu tilmælini um reinføri skulu haldast
• Vitjanirnar skulu fara fram í búrúminum hjá tí einstaka
• Haldið frástøðu frá starvsfólkum og øðrum búfólkum, har tað ber til
• Skrásetið tykkum við navni, telefonnummari og klokkutíð á yvirlitið, sum liggur á kamarinum
Tað er ikki møguligt, at veita avvarðandi og búfólki drekkamunn. Tað er heldur ikki møguligt hjá avvarðandi,a t gera brúk av kantinuni á ERE fyribils.
Tað er møguleiki fyri at tit sjálvi hava eitthvørt við – her undir “eingangsservicu”
Um avvarðandi hava tørv á at fara á WC, meðan tey vitja, verður heitt á tykkum, at brúka wc hjá búfólki og at spritta wc aftaná. Somuleiðis at spritta kontaktflatur av, sum tit hava nortið við. Hetta fyri at minka um ein møguligan smittuvanda.
Øll vitjandi, sum koma heim til Føroyar, verða biðin um at lata seg kanna fyri Covid-19, 6. dagin eftir heimkomu og bíða við at vitja á ellis- og røktarheimunum/eldrasambýlum til negativt svar er eftir hesa kanning.
Øll almenn tilmæli um sosialan atburð, frástøðu og reinføri skulu framhaldandi altíð haldast!