-
17-08-2020Leiðreglur fyri vitjandi
-
07-08-2020Herd tiltøk sett í verk í Roðanum økistænastuni
-
18-06-2020Vitjandi á búeindum í Roðanum – kunning – Covid 19
-
05-06-2020Fleiri vitjandi kunnu vitja á búeindunum hjá Roðanum
-
27-05-2020Vit lata meir upp!
-
07-05-2020Hjartaliga vælkomin at vitja
-
17-03-2020Áheitan til avvarðandi
-
16-03-2020Hjálpandi hendur
-
12-03-2020Roðin økistænastan setur herd tiltøk í verk at forða fyri Corona-smittuni
-
12-03-2020Tillagingar í Roðanum í mun til fyribyrgjan av Coronasmittu
-
11-03-2020Tað tú kann gera fyri at umganga smittu
-
11-03-2020Áheita til vitjandi í heimunum hjá Roðanum
-
09-03-2020Tillagað virksemi fyri at fyribyrgja Coronasmittu
-
02-09-2019Venjingin fyri fólk 67 ár og eldri byrjar aftur
-
21-08-2019Áhugavert skeið!
-
03-06-2019Lutaseðlarnir á festivalinum
-
21-05-2019Keyp atgongumerki til seniorfestivalin her
-
09-04-2019Nú nærkast Seniorfestivalurin – 1. juni
-
08-04-2019Konsert í kantinuni á ERE hin 13. mai kl 15 ”Reg & Andreas”
-
15-03-2019Kórsangur og felagssangur
August 30, 2021
Nýtt venjingartilboð í Roðanum
Í heyst bjóðar Roðin eitt nýtt venjingartilboð afturat í Bylgjuni.
Roðin hevur síðani mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.
Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin mánadag og mikudag kl 14.00-15.00
Í heyst fer Roðin at bjóða eitt nýtt tilboð afturat í Bylgjuni. Hetta tilboðið er ætlað teimum, sum ikki halda seg megna tær venjingarnar, sum vanliga eru í Bylgjuni. Venjingarnar vera “lættari”. Hesar venjingarnar fara fram á loftinum í Bylgjuni Mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Um ein ynskir at luttaka í venjingunum, nýtist einum bert at møta upp í høllini og melda til har.
Allar venjingarnar byrja 1. September.
Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130 ,-
Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-
Øll eru vælkomin at ringja til Roðan 478200 og hoyra nærri um tilboðini.