December 12, 2024
Roðin søkir eftir heilsurøktara til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna við møguleika fyri hægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti við møguleika fyri 3. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• Áhuga at arbeiða við eldri fólki
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
• KT-førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum heilsurøktari verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við aavvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara tlf. 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo.
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo – Viðmerkjast skal ”umsókn Norðurstova”
Umsóknarfreistin er 2. januar 2025.