June 18, 2020

Vitjandi á búeindum í Roðanum – kunning – Covid 19

Leistur fyri vitjandi á búeindum á eldraøkjunum í Føroyum – Covid 19

Gongdin í Føroyum hevur verið jalig í mun til smittu, og tí hevur verið meiri opið fyri vitjandi í seinastuni á búeindum á eldraøkinum. Frá 15. juni er vandi fyri, at smittan økist í landinum, tí landið slakar upp á smittufyribyrgjandi tilmæli/tiltøk til ferðandi til Føroyar.

Tað hevur verið ymiskt, hvussu høgt tal av vitjandi, eldrasamstørvini hava loyvt inni á búeindum og vitjaninar hava verið skipaðar ymiskt. – Eldrasamstørvini hava avgjørt frameftir at hava ein og sama leist, tá talan er um tal av vitjandi og nær hesi kunnu “skiftast út” við onnur vitjandi.

Frá 22. juni 2020 verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna, soleiðis at vitjanarskarin kann líðandi verða útskiftur aftaná 6 vikur.

Fysisku karmarnir, t.d. fermetratalið, er avgerandi fyri, hvussu nógv kunnu vitja ísenn, og gera ávísu eldraøkini leiðrelgur fyri tí.

Vitjandi í Roðanum

Búfólk avgera sjálvi saman við avvarðandi, hvør kann vitja. Eisini avgera tit, um útskifting skal fara fram. Sí leiðbeining omanfyri!

Tað er framhaldandi umráðandi, at vitjandi skráseta seg, tá tey vitja, so tað lættliga ber til at spora smittuvegir, um tað gerst neyðugt. Vitjandi í Roðanum skulu framhaldandi skráseta seg sjálvi inni á kamarinum hjá búfólkinum, eins og tey hava gjørt í seinastuni. 

  • Um tú eigur at vera í sóttarhaldi, skalt tú ikki vitja
  • Kennir tú teg sjúkan, skalt tú ikki vitja
  • Tað er ikki neyðugt at biðja tíð
  • Sprittið hendur á veg inn á deildina
  • Øll tey almennu tilmælini um reinføri skulu haldast
  • Vitjanirnar skulu fara fram í búrúminum hjá tí einstaka
  • Haldið frástøðu frá starvsfólkum og øðrum búfólkum, har tað ber til
  • Skrásetið tykkum við navni, telefonnummari og klokkutíð á yvirliti, sum liggur á kamarinum

 

Tað er ikki møguligt, at veita avvarðandi og búfólki drekkamunn. Tað er heldur ikki møguligt hjá avvarðandi at gera brúk av kantinuni á ERE fyribils.

Tað er møguleiki sjálvur at hava eitthvørt við – her undir “eingangsservicu”

Um avvarðandi hava tørv á at fara á WC, meðan tey vitja, verður heitt á tykkum, at brúka wc hjá búfólki og at spritta wc aftaná. Somuleiðis at spritta kontaktflatur av, sum tit hava nortið við. Hetta fyri at minka um ein møguligan smittuvanda. 

Vitjandi sum hava verið uttanlands: (Hóast vitjunartal broytist 22. juni, so galda niðanfyristandandi reglur frá 15. juni.)

  • Øll vitjandi, sum koma heim til Føroyar, verða biðin um at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimunum/eldrasambýlum fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu – bæði tey, ið búgva uttanlands, sum koma til Føroyar, eins og tey, ið eru búsitandi í Føroyum og hava verið uttanlands.

 

  • Eru serligar grundir til, at vitjanin ikki kann bíða í 14 dagar, verður mælt til at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimum/eldrasambýlum til 7. dagin aftan á heimkomu og at lata seg testa 6. dagin eftir, at ein er komin til landið – talan er bæði um tey, sum búgva uttanlands og koma til Føroyar, eins og tey, sum eru búsitandi í Føroyum og hava verið uttanlands.Sama ger seg galdandi, um ein hevur verið til tiltøk, ið økja um smittuvanda, ella havt tætt samband við fólk, ið koma úr útlondum.

 

Øll almenn tilmælir um sosialan atburð og reinføri skulu framhaldandi altíð haldast!