-
16-01-2019Syngið við kvøld
-
03-12-2018Jólakafé á Eysturoyar røktar- og ellisheimi er flutt til 13. desember
-
25-10-2018Nýggjur deildarleiðari í Miðstovu
-
19-10-2018Hugnaløta í Løkshøll 7. november
-
22-08-2018Venjingin fyri 67 ár og eldri!
-
29-06-2018Garðdagurin er útsettur
-
20-06-2018Garðdagur á ERE
-
18-06-2018Gongutúrur fyri fólki við demens og teirra avvarðandi!
-
23-05-2018Alzheimerfelagið skipar fyri kafé í kantinuni í Løkshøll í Runavík, mikukvøldið 30. maj kl 19
-
06-02-2018Roðin bjóðar borgarum 67 ár og eldri til venjing og samveru
-
11-12-2017Vinnaraseðlar
-
10-10-2017Móttøka í Roðanum
-
06-07-2017Roðin fingið nýggjan leiðara.
-
06-07-2017Roðin fingið fakligan samskipara.
-
06-06-2017Vinnarar á Seniorfestivalinum.
-
02-06-2017Skráin fyri Seniorfestivalin
-
03-05-2017Atgongumerkjasøla til Seniorfestivalin 3. Juni 2017
-
28-04-2017Vesturskin fær nýggjan deildarleiðara.
-
28-03-2017Ókeypis tiltak fyri Pensjonistar í Runavíkar, Nes og Sjóvar Kommunu
-
07-01-2017Nývalda stýrið hevur skipað seg
October 29, 2016
Fólkapensión
Øll sum eru fylt 67 ár, hava rætt til fólkapensjón.
Fyri at søkja um fólkapensjón skal umsókn latast Almannastovuni. Almannastovan sendir umsóknir út í góðari tíð til persónar, ið sambært Landsfólkayvirlitinum fylla 67 ár.
Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Grundupphæddin er óheft av aðrari inntøku, meðan viðbótin verður inntøkujavnað. T.v.s. hægri inntøkan er, lægri gerst viðbótin.
Vanligar treytir:
Rætturin til pensjón er treytaður av, at umsøkjarin:
- Hevur danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti,
- Hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi skrásett í Føroyum og
- Hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið
Fyri at fáa fulla pensjón, skal persónurin hava verið búsitandi í danska ríkinum í minsta lagi í 40 ár. Hevur bústaðartíðin í Føroyum verið styttri, minkar pensjónsútgjaldið í mun til styttru bústaðartíðina.
Meira kunning um fólkapensjónina er á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Har fæst eisini umsóknarblaðið um fólkapensjón.