-
16-01-2019Syngið við kvøld
-
03-12-2018Jólakafé á Eysturoyar røktar- og ellisheimi er flutt til 13. desember
-
25-10-2018Nýggjur deildarleiðari í Miðstovu
-
19-10-2018Hugnaløta í Løkshøll 7. november
-
22-08-2018Venjingin fyri 67 ár og eldri!
-
29-06-2018Garðdagurin er útsettur
-
20-06-2018Garðdagur á ERE
-
18-06-2018Gongutúrur fyri fólki við demens og teirra avvarðandi!
-
23-05-2018Alzheimerfelagið skipar fyri kafé í kantinuni í Løkshøll í Runavík, mikukvøldið 30. maj kl 19
-
06-02-2018Roðin bjóðar borgarum 67 ár og eldri til venjing og samveru
-
11-12-2017Vinnaraseðlar
-
06-07-2017Roðin fingið nýggjan leiðara.
-
06-07-2017Roðin fingið fakligan samskipara.
-
06-06-2017Vinnarar á Seniorfestivalinum.
-
02-06-2017Skráin fyri Seniorfestivalin
-
03-05-2017Atgongumerkjasøla til Seniorfestivalin 3. Juni 2017
-
28-04-2017Vesturskin fær nýggjan deildarleiðara.
-
28-03-2017Ókeypis tiltak fyri Pensjonistar í Runavíkar, Nes og Sjóvar Kommunu
-
07-01-2017Nývalda stýrið hevur skipað seg
October 10, 2017
Móttøka í Roðanum
Tíðindaskriv frá Roðanum:
Almenn móttøka fyri Tordi og Jóngerð
Fríggjadagin hin 13. oktober kl. 17 verður skipað fyri almennari móttøku í samtakinum Roðin, ið er økistænastan sum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um. Leiðaraskifti er orsøkin, nú Tordur J. Niclasen hevur valt at fara frá fyri aldur og Jóngerð Guttesen hevur tikið við leiðsluni. Móttøkan verður á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.
Tordur J. Niclasen, sum er seyrvingur, er fyrsti og einasti leiðarin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, sum varð tikið í brúk í oktober mánaða í 1983. Í november mánaða 2015 gjørdist hann leiðari fyri Roðanum, og fyri kortum legði hann frá sær fyri aldur. Tordur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur nomið sær leiðslukunnleika á ymiskum skeiðum. Umframt starvið á Ellis- og Røktarheiminum hevur Tordur eisini ferðast á politiska pallinum. Hann hevur verið løgtings- og landsstýrismaður og í 8 ár var hann borgarstjóri í Eiðis kommunu, har hann og Sigrun og børn teirra hava búð seinastu mongu árini.
Í summar gjørdi stýrið fyri Roðan av, at seta Jóngerð Guttesen í starvið sum leiðari fyri Roðan. Roðin fevnir um økistænastuna, sum húsast á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, Vesturskin á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum, í Dagtilhaldinum á Skála, á Heiminum á Mýrunum og sum leigar seg inn m.a. í Heilsudepilin í Runavík.
Jóngerð Guttesen (fødd Larsen) er ættað og uppvaksin í Fuglafirði. Hon er gift Jóannesi Guttesen og eiga tey børnini Karin, Knútur og Daniu. Tey búgva í Hoyvík.
Jóngerð er upprunaliga sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari – serliga innan økistænastu og eldrarøkt. Hon hevur útbúgving sum bachelor í leiðslu og í løtuni er hon sjálvlesandi til master í almennari leiðslu við Suðurdanska Lærda Háskúlan í Odense/Aarhus.
Arbeiðsroyndir hennara fyri starvssetanina sum leiðari fyri Roðan eru m.a.: Sjúkra-røktingarfrøðingur á føðingardeildini A2 á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrarøktingarfrøðingur á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Varaleiðari og deildarleiðari á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Leiðari fyri Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Almannaverkinum. Leiðari fyri Boðanesheiminum og eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Stýrið fyri Roðan takkar Tordi fyri tænastuna í nærum 35 ár, og ynskir Jóngerð blíðan byr í starvinum sum leiðari í ókomnum døgum.
Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa teimum báðum fríggjadagin í vikuni kl. 17 – í Friðartúni í Runavík.
Stýrið fyri Roðan
Tórbjørn Jacobsen, formaður.