March 5, 2024

Heimatænastan í Roðanum søkir eftir røktarstarvsfólki.

Talan er størv, har tú er partur av heimahjálpara toyminum á Skála. Og har tú, saman við leiðslu og í tøttum tvørfakligum samstarvið, kemur at hava ábyrgd av at útinna og menna tænastuna í borgaratilgondum av nýggjum borgarum og hjá borgarum við samansettum tørvi.

Talan er um:

Fast starv, sum heilsurøktari 25 tímar um vikuna. Arbeitt verður í dagvaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Fast starv, sum heilsuhjálpari 28 tímar um vikuna. Arbeitt verður í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvøt vikuskifti.

Barnsburðarfarloyvisstarv, sum heilsurøktari 25 tímar um vikuna. Arbeitt verður í dagvaktum og 2. hvørt vikuskifti

Føstu størvini verða at seta frá 1. Apríl 2024 ella sum skjótast.

Barnsburðarfarloyvisstarvið verður at seta frá 1. apríl 2024 til 1. apríl 2025

Heimatænasta verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari og praktiskari hjálp, umsorgan, røkt og stuðli við endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnaði borgarans. Málið er at viðlíkahalda førleikar og endurmenna mistan førleika, – og soleiðis stimbra møguleika hins einstaka at klára seg í egnum heimi.

Førleikar

 Útbúgving og góðkenning, sum heilsurøktari
Útbúgving sum heilsuhjálpari
Evni at útinna, menna og miðla grundleggjandi sjúkrarøkt
Evni at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
Evni at samskifta í skrift og talu
Førleikar at arbeiða sjálvstøðugt í tvørfakligum toymi í menningJaligan hugburð og ágrýtni at royna nýggjar leiðir
KT-førleika á brúkarastøði
Koyrikort
 

   Vit bjóða tær

  • Góða upplæring
  • Spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á


Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.  

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ” røktarstarvsfólk til heimatænastuna”


Umsóknarfreistin er 17. mars 2024