February 19, 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktarum til Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Søkt verður eftir:

  • Tveimum heilsurøktarum í fast starv á starvsbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri at atbeiða 3. hvørt vikuskifti.

Førleikakrøv

• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari Áhuga at arbeiða við eldri
Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
KT-førleika á brúkarastøði


Vit bjóða tær

• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

Setanarviðurskifti
Bæði størvini eru til setan 1. apríl 2024 ella skjótast tilber.

Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.  

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Randarsól Kristiansdóttir, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til randarsolk@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ” Miðstova”.
Umsóknarfreistin er 28. februar 2024.