-
16-01-2019Syngið við kvøld
-
03-12-2018Jólakafé á Eysturoyar røktar- og ellisheimi er flutt til 13. desember
-
25-10-2018Nýggjur deildarleiðari í Miðstovu
-
19-10-2018Hugnaløta í Løkshøll 7. november
-
22-08-2018Venjingin fyri 67 ár og eldri!
-
29-06-2018Garðdagurin er útsettur
-
20-06-2018Garðdagur á ERE
-
18-06-2018Gongutúrur fyri fólki við demens og teirra avvarðandi!
-
23-05-2018Alzheimerfelagið skipar fyri kafé í kantinuni í Løkshøll í Runavík, mikukvøldið 30. maj kl 19
-
06-02-2018Roðin bjóðar borgarum 67 ár og eldri til venjing og samveru
-
11-12-2017Vinnaraseðlar
-
10-10-2017Móttøka í Roðanum
-
06-07-2017Roðin fingið nýggjan leiðara.
-
06-07-2017Roðin fingið fakligan samskipara.
-
06-06-2017Vinnarar á Seniorfestivalinum.
-
02-06-2017Skráin fyri Seniorfestivalin
-
03-05-2017Atgongumerkjasøla til Seniorfestivalin 3. Juni 2017
-
28-04-2017Vesturskin fær nýggjan deildarleiðara.
-
28-03-2017Ókeypis tiltak fyri Pensjonistar í Runavíkar, Nes og Sjóvar Kommunu
-
07-01-2017Nývalda stýrið hevur skipað seg
September 28, 2020
Val av eldraráði í Roðanum
Á seinasta stýrisfundi í Roðanum bleiv samtykt at skipað eitt eldraráð fyri økistænastuna við Skálafjørðin – Roðan, vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 7. Apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Avgjørt var, at hvør kommuna sær skipar fyri valinum til eldraráðið í samband við kommunuvalið 10. Nov. 2020.
Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum teir eldru borgararnar og Roðan, sum er samstarv á eldraøkinum millum kommunurnar við Skálafjørðin.
Fyri at kunna stilla upp, skal tú vera 60 ár ella eldri, sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum teir persónar, sum skrivliga hava boðað kommununum frá, at teir stilla upp.
Valskeiðið gongur frá 1. Januar 2021 og fram til 31. desember 2024.
Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú fylla eitt skjal út. Skjalið finst her: Vallisti til eldraráðið 2020
Skjalið fæst eisini á skrivstovunum í kommununum við Skálafjørðin ella á skrivstovuni hjá Roðanum í Runavík. Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini hava valrætt til Eldraráðið.
Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.
Valevnisfráboðaninar mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagið mánadagin 20. oktober 2020, kl. 18.00. Persónar á innkomnu valevnisfráboðanum verða førdir á eitt samla yvirlit, ið verður almannakunngjørt.
Eldraráðið verður samansett, eftir viðtøkunum í stýrinum fyri Roðan, eldrasamstarvið millum kommunarnar, eftir hesum leisti, 1 umboð fyri hvørjar 2.000 borgarar, og tí skulu veljast hesir limir:
Sjóvar kommuna 1 umboð og 1 varaumboð.
Runavíkar kommuna 3 umboð og 3 varaumboð.
Nes kommuna 1 umboð og 1 varaumboð.
Eldraráðið skipar seg sjálvt.
Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.
(Nr. 2 vera varalimir hjá Nes og Sjóvar kommunum, meðan 4-5-6 vera varalimir hjá Runavíkar kommunu).
Her eru samtyktur viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Roðanum – Les her