-
12-04-2024Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon – farloyvisstarv
-
13-03-2024ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR EINUM FYSIOTERAPEUTI
-
05-03-2024Heimatænastan í Roðanum søkir eftir røktarstarvsfólki.
-
23-02-2023Roðin søkir eftir summaravloysarum
-
25-08-2022Roðin søkir eftir røktarfólkum at arbeiða í vikuskiftum
-
26-10-2021Roðin søkir eftir hjálparfólki
February 19, 2024
Roðin søkir eftir heilsurøktarum til Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi
Søkt verður eftir:
- Tveimum heilsurøktarum í fast starv á starvsbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri at atbeiða 3. hvørt vikuskifti.
Førleikakrøv
• | Prógv og góðkenning sum heilsurøktari Áhuga at arbeiða við eldri |
• | Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing |
• | Góð evni at samskifta í skrift og talu |
• | Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning |
• | KT-førleika á brúkarastøði |
Vit bjóða tær
• | ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag |
• | ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum |
• | eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar |
• | møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum |
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Setanarviðurskifti
Bæði størvini eru til setan 1. apríl 2024 ella skjótast tilber.
Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Randarsól Kristiansdóttir, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til randarsolk@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ” Miðstova”.
Umsóknarfreistin er 28. februar 2024.