March 11, 2020

Áheita til vitjandi í heimunum hjá Roðanum

Tilmæli til vitjandi. 

Fyri at verja búfólkini ímóti Corona smittuvandanum heitir Roðin á vitjandi um at vísa varsemi og taka serlig fyrilit.

Í hesum sambandi verður heitt á tykkum um, at halda tykkum dagførd um tilmælini frá heilsumynduleikunum. Nýggjastu tilmælini eru at frætta í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá heilsumálaráðnum www.hmr.fo

Vinarliga,

Jóngerð Guttesen

Leiðari